Sámal ummælir búpláss við ídnaði

Sámal ummælir búpláss við ídnaði
Misjavnt er, hvussu væl býir í Føroyum duga at flyta tungan ídnað burtur frá búsetingum, heldur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
 
20.07.2026 - 15:30

Í 3. parti í útvarpsrøðini "Oyggjar undir trýsti" var eitt evni, hvussu tungt vinnuvirksemi ávirkar búpláss í Føroyum. 

Í tí sambandi nevndi Sámal Matras Kristiansen, at summastaðni hava virkir framíhjárætt mitt í býnum orsakað av tí, sum hendi í fortíðini. Hann segði:  

- Vit hava nøkur fólk, sum taka avgerðir, ið hava støði í søguligum rættindum hjá teimum framleiðsluvirkjum, sum altíð hava verið har. Vit gloyma bara tað, at framleiðslan er nógv meira larmandi, plásskrevjandi og dominerandi, enn hon var fyrr. 

 

Hann segði síðan sína hugsan um, hvussu búsetingar og vinnulív rigga saman í Klaksvík, Fuglafirði, Runavík, Havn og á Tvøroyri: 

Tvøroyri 

- Vit hava ein miðbý, har tey hava valt at staðseta eitt risastórt virki mitt í býnum heldur enn at staðseta tað aðrastaðni í kommununi. Tvøroyri er dømi um eina víða kommunu, sum hevur nógv lendi, so júst Tvøroyri kundi planlagt eitt sindur betur. 

Klaksvík 

- Klaksvík er dømi um, at tað ber til at fáa ídnaðin út úr býnum. Klaksvíkingar eru komnir til ta fatan, at tað er neyðugt at fáa ídnaðin út úr býnum, so pláss verður til tænastu- og vitanarvirksemi mitt í býnum.  

Fuglafjørður 

- Í Fuglafirði hendir tað øvugta av tí, sum hendir í Klaksvík. Har royna tey at fáa ídnaðin inn í býin, meðan vitanar- og tænastuvirksemið verður flutt út í forstaðin yviri á Kambsdali. Tað er eitt sindur bakvent.  

Runavík 

- Runavíkin liggur onkustaðni ímillum Klaksvík og Tvøroyri. Runavík ger rættiliga nógv við at menna tænastuvirksemið í býnum, men samstundis vilja tey varðveita ídnaðin mitt í býnum.  

Havnin 

- Havnin hevur tann fyrimunin, at hon kann flyta nógv virksemi í Kaldsfjørðin og til Kollafjarðar. Vinnuligt virksemi er úti á havnarlagnum, og so eru skipasmiðjan við Sjóvinnuhúsið og oljutangarnir á Viðarnesi, so ein samanblanding er eisini her av vinnuvirksemi og vitanarvirksemi.  

Ídnaður og lendislýtsla 

Sámal Matras Kristiansen hevur í fyrilestrum nevnt, at Føroyar eiga at verða avídnaðargjørdar. Hann varð í 3. sending spurdur, hvat hann meinar við hetta, og svaraði: 

- Føroyar eru longu tænastu- og vitanargjørdar, tí tey flestu arbeiða í tænastuvinnum. Eg meini ikki, at vit skulu avtaka ídnaðin, men hann má fylla minni í lendisnýtsluni. Vit mugu brúka lendið til meira framtíðarorienterað endamál, og so má ídnaðurin vera á færri støðum.  

Hann legði aftrat: 

- Tað má ikki enda við, at vinnulívið yvirtrumfar kommunurnar og fær síni áhugamál ígjøgnum. Kommunurnar mugu kunna javnviga ymsu endamálini í kommununi, so bestu heildarloysnirnar koma burturúr. Búskaparlig endamál skulu ikki dominera einsamøll. Atlit mugu eisini takast at teimum samfelagsligu og umhvørvisligu áhugamálunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558