Nýggjar vindmyllur í Húsahaga í 2028

Nýggjar vindmyllur í Húsahaga í 2028
Gomlu vindmyllurnar verða tiknar niður, og tríggjar størri myllur verða settar upp í staðin
Ætlanin er at taka tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga niður, og seta tríggjar nýggjar og størri myllur upp í staðin.
 
16.07.2026 - 13:23

Gongst sum ætlað verða nýggjar vindmyllur settar upp í Húsahaga oman fyri Havnina í 2028.

Partafelagið Vindfelagið í Húsahaga, sum er dótturfelag hjá SEV, hevur søkt Umhvørvisstovuna um loyvi at taka tær 13 vindmyllurnar, sum SEV hava standandi í Húsahaga. niður.

Ætlanin er seta tríggjar nýggjar og størri vindmyllur upp í staðin. Tær hóska nógv betur til føroyska veðurlagið og umhvørvið.

 


Bogi Bech Jensen. 

 

Umhvørvisstovan hevur onga niðurstøðu gjørt í málinum enn, og tað ganga helst ganga nakrir mánaðir, áðrenn nøkur endalig niðurstøða verður gjørd.

Bogi Bech Jensen, nevndarformaður í Vindfelagnum, sigur, at verður umsóknin eftirlíkað, fara nýggju vindmyllurnar standa uppi í 2028.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

16072026_Vindmyllur

 

 

 

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659