Skifta ventilatiónsviftur í norskum tunlum - eru eisini í føroyskum tunlum

Skifta ventilatiónsviftur í norskum tunlum - eru eisini í føroyskum tunlum
Sama slag av viftum verða eisini nýttar í Sandoyartunlinum og tunlunum norður um Fjall
Vifturnar í Sandoyartunlinum eru sama slag sum tær, ið nú verða tiknar niður í norskum tunlum.
 
15.07.2026 - 11:34

Í Noregi er vegmyndugleikin farin at kanna og skifta 1500 viftur í fleiri enn 70 tunlum, tí vandi er fyri, at tær kunnu brotna og detta niður á vegin.

Tað sigur Statens Vegvesen í Noregi í tíðindaskrivi 27. mai.

Sambært Landsverki er hetta sama slag av viftum, sum verða nýttar í tunlunum norður um Fjall og í Sandoyartunlinum.

 


Fríðrik Heinesen.

 

Fríðrik Heinesen, sivilverkfrøðingur hjá Landsverki, sigur, at eingin vandi er á ferð í tunlunum norður um Fjall, og Landsverk arbeiðir saman við norska vegmyndugleikanum við at kanna og skifta vifturnar, sum hava framleiðslufeil.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15072026_Viftur_i_tunlum


Tað hevur ikki eydnast at fáa samrøðu við Una Danielsen, stjóra í tunnilsfelagnum.
Fríðrikur Heinesen, verkfrøðingur á Landsverki, hevur ikki heimild at úttala seg um Sandoyartunnilin.

Jógvan Woxnæs gjørdi innslagið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558