Eiga at bøta um ljóðviðurskifti í dagstovnum

Eiga at bøta um ljóðviðurskifti í dagstovnum
Dagstovnaleiðari í Havn heldur, at tað ikki verður gjørt nógmikið fyri at bøta um ljóðviðurskifti í dagstovnum
Mirjam Johannesen, leiðari á Dagstovninum Sólareygað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.07.2026 - 19:00

Á dagstovnaøkum eru fleiri viðurskifti, sum gera, at starvsfólk arbeiða í strongdum og avbjóðandi umstøðum.  Mirjam Johannesen, leiðari á Dagstovninum Sólareygað í Tórshavnar Kommunu, vísur millum annað á larm í dagstovnum. 


- Vit eru í einum belastaðum umhvørvi frá hálvgum átta til fimm um dagin, og tað er tí tað er nógvur larmur. Tað er ein barnaverð, og soleiðis eigur tað at vera. Í Tórshavnar Kommunu roynir man at hjálpa uppá tað, so at fleiri og fleiri stovnar fáa lagt okkurt slag av troldekk, so at ljóðið og larmurin er minni. Har er ein tilgond, men  langt frá á øllum stovnum. Tað er slettist ikki nøktandi í Tórshavnar Kommunu og neyvan yvirhøvur í Føroyum. Og tað er kanska ein spurningur um raðfesting.


- Man eigur at hava ein trygdarbólk á arbeiðsplássinum, sum tekur tílík mál upp. Tá man hugsar trygd á einum arbeiðsplássi, so hevur tú ein arbeiðsgevara, ein leiðara, arbeiðsleiðara,  trygdarumboð og starvsfólk. Tá man ikki tekur hetta upp í einum trygdarbólki, tá tingini ikki rigga, tað er tá vit verða boðsend, sigur Tummas Pauli Juul, deildarleiðari á Arbeiðs- og brunaeftirlinum.


Arbeiðs- og brunaeftirlitið heitir á arbeiðsgevarar at nýta vegleiðingar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum innan sálarligt arbeiðsumhvørvi.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, sum Malan Bisp Poulsen hevur gjørt: 

 

1822616

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558