Bjarni Ólafsson skal fiska fyri Barða

Bjarni Ólafsson skal fiska fyri Barða
Eldur kom í Barða 12. juni, og hann liggur framvegis á Havnini
Bjarni Ólafsson fer nú at fiska fyri Barða, sum ikki verður liðugt umvældur fyrr enn í heyst.
Mynd: Austurfrétt  
 
15.07.2026 - 09:30

Tíbetur fyri íslendska reiðaríið "Sildarvinnsluna" var skipið Bjarni Ólafsson, sum hevur ligið á Norðfjørðinum í tvey ár, ikki seldur.

Tí nú verður hann riggaður til at fiska svartkjaft fyri Barða, sum eldur kom í 12. juni.

Barði fekk so stóran skaða, at hann verður ikki liðugt umvældur fyrr enn í heyst.

 


Barði liggur framvegis á Havnini. 

 

Barði var sleipaður til Havnar, og har hevur hann ligið síðani.    

Reiðaríið hevur fyrr sagt, at fyrsta umvælingin verður gjørd í Føroyum.

Men ikki er greitt, hvar umvælingin so heldur fram.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558