Isak tvær ferðir føroyskt met

Isak tvær ferðir føroyskt met
Isak Brisenfeldt setti føroyskt met í 100 metur frísvimjing tvær ferðir til donsku meistarakappingina á langgeil í Herning
Mynd: Aalborg Svømmeklub  
 
12.07.2026 - 11:00

Isak Brisenfeldt setti nýtt føroyskt met í 100 metur frísvimjing á donsku meistarastevnuni á langgeil í gjár.

Ikki bert eina ferð, men tvær ferðir svam hann skjótari enn Bartal Eidesgaard, sum átti gamla metið, sum var 51.50 frá FM fyrr í ár.

Til innleiðandi kappingina svam ungi havnarmaðurin, sum í løtuni umboðar Aalborg Svømmeklub, teinin upp á 51.41 sekund, og í B-finaluni bøtti hann aftur upp á metið við tíðini 50.87 sekund.

 - At vera nummar seks av 143 í hesi grein til DM er heilt ómetaliga gott, skrivar Svimjisamband Føroya.

Hetta er ikki fyrstu metini Isak Brisenfeldt setir í DM-stevnuni á langgeil í Herning. Hósdagin gjørdist hann danskur meistari við nýggjum føroyskum meti í 200 metur firvaldsvimjing.

LES EISINI: Isak DM-gull og føroyskt met

Í dag er 400 metur frí og 100 metur firvald á skránni hjá svimjaranum, sum er uppvaksin í Havnar Svimjifelag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659

Meira um sama evni