Reyði Krossur letur hálva millión til átøk móti ebola

Reyði Krossur letur hálva millión til átøk móti ebola
Átakið, sum Reyði Krossur Føroya stuðlar saman við øðrum, skal eftir ætlan hjálpa trimum milliónum fólkum
Í løtuni hava meira enn 1.700 fólk fingið staðfest ebola-smittuna.
 
10.07.2026 - 07:47

Reyði Krossur Føroya letur 500.000 krónur til átak móti serliga vandamiklum frábrigdi av ebola, sum síðan mai hevur kravt meira enn 580 mannalív í Dominikanska lýðveldinum Kongo og Uganda. 

Í løtuni hava meira enn 1.700 fólk fingið staðfest smittuna.

Talan er um Bundibugyo-frábrigdið av ebola, sum er álvarsligt og ofta lívshóttandi, og sum hvørki hevur góðkenda koppseting ella serstaka viðgerð. 

Tí eru fyribyrging, skjót smittusporing, kunning, reinføri og lokal tilbúgving avgerandi fyri at avmarka útbrotið. 

Útbrotið rakar harumframt eitt øki, har nógv fólk frammanundan eru viðbrekin orsakað av vápnaðum ófriði, veikari heilsutilbúgving og stórari fólkaferðslu tvørtur um landamørk, skrivar Reyðikrossur. 

 

20-25 milliónir fólk í vanda

Mett er, at 20 til 25 milliónir fólk eru í vanda fyri at verða smittað í Eysturkongo og í ávísum hávandaøkjum í Uganda. 

Ein av orsøkunum til, at tey eru í so stórum vanda, er eitt nú, at nógv fólk ferðast millum londini á hesum plássum - fleiri teirra fyri at leita sær læknahjálp í Uganda. Á henda hátt kunnu tey bera ebola-smittuna víðari til onnur.

Átakið, sum Reyði Krossur Føroya stuðlar saman við øðrum Reyða Kross-felagsskapum, skal eftir ætlan hjálpa trimum milliónum fólkum, sum búgva við markið millum Dominikanska lýðveldið Kongo og Uganda.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558