Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum
Høvd, hálsur og herðar á 61 ára gamla ferðamanninum vóru uttanfyri, men tað eydnaðist at toga hann inn aftur í flogfarið
Ferðamaðurin var tíbetur íbundin, og tað eydnaðist at toga hann inn aftur í flogfarið.
Mynd: Radio Thessaloniki  
 
10.07.2026 - 15:12

Eitt flogfar hjá Ryanair neyðlendi í dag í Thessaloniki í Grikkalandi, eftir at ein rútur umborð loysnaði, og eitt ferðafólk nærum varð sogið úr flogfarinum.

Tað skrivar Reuters, sum vísir á tvær keldur, sum hava kunnleika til málið. 

Eitt ferðafólk sigur við Radio Thessaloniki, at maðurin, sum er 61 ára gamal, varð sogin út gjøgnum vindeygað soleiðis, at høvd, hálsur og herðar vóru uttan fyri flogfarið, men at hann lukkutíð var í trygdarbelti. 

Kona hansara og onnur ferðafólk nærindis hildu fast í honum, og megnaðu at enda at toga hann inn aftur í flogfarið.

Í fráboðan staðfestir Ryanair, at eitt vindeyga var leyst í flogfarinum, skrivar grikska tíðindaheimasíðan News24/7.

Sambært lokalum miðlum hevur maðurin fingið nakað av skaða. Hann er skelkaður og fær viðgerð á sjúkrahúsinum.

Tað er enn ógreitt, hví rúturin loysnaði, men grikskir miðlar gita, at rusk frá einum av motorunum í flogfarinum kann hava punkterað rútin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558