Eftir flogseinkingar: NSÍ og Hamrun Spartans spæla sum ætlað

Eftir flogseinkingar: NSÍ og Hamrun Spartans spæla sum ætlað
Mótstøðuliðið hjá NSÍ, Hamrun Spartans, kom ikki til Føroyar fyrrenn á middegi, tí mjørki forðaði fyri lending í gjár, men Conference League-dysturin verður sum ætlað í kvøld
Runavíkingar fegnast við Løkin. Í kvøld verður Conference League-dystur ímóti Hamrun Spartans við Djúpumýru
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
09.07.2026 - 15:54

Mjørki gjørdi, at mótstøðuliðið hjá NSÍ í Conference League, Hamrun Spartans av Malta, ikki fekk lent í Føroyum í gjár.

Leiguflogfarið mátti fara til Bergen, og ikki fyrrenn seint fyrrapartin í dag eydnaðist at koma niður at í Vágum.

Við tí í huga vildi Hamrun Spartans hava Uefa at flyta dystin til í annaðkvøld, skrivaðu portal.fo og bolt.fo, men hesum ynski hevur evropeiska fótbóltssamgongan ikki gingið á møti.

Tí verður fyrri dysturin í 1. umfari av kappingini spældur í kvøld klokkan 19.45 sum ætlað við Djúpumýru. Kringvarpið hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn frá dystinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558