Lættari at uppliva Føroyar við almennari ferðslu

Lættari at uppliva Føroyar við almennari ferðslu
Ferðafólkakortið er serliga ætlað ferðafólkum, og endamálið er at geva íblástur til, hvussu almenna ferðslan kann nýtast at vitja ymisk ferðamál kring landið
Umframt at virka sum eitt vanligt rutukort, er eisini ein faldari við ítøkiligum uppskotum til dagstúrar um allar Føroyar. 
Mynd: Strandferðslan  
 
06.07.2026 - 14:12

Nú skal eitt nýtt ferðafólkakort gera tað lættari at uppliva Føroyar við almennari ferðslu.

Endamálið við nýggja kortinum er at eggja fólki at nýta almennu ferðsluna og samstundis minka um trýstið frá vaksandi bilaferðslu á smærri ferðamálum.

Tað skrivar Strandferðslan, sum hevur givið nýggja kortið út.

Ferðafólkakortið er serliga ætlað ferðafólkum, og endamálið er at geva íblástur til, hvussu almenna ferðslan kann nýtast at vitja ymisk ferðamál kring landið á ein lættan og umhvørvisvinarligan hátt.

Umframt at virka sum eitt vanligt rutukort, er eisini ein faldari við ítøkiligum uppskotum til dagstúrar um allar Føroyar. 

Útgangsstøðið á øllum túrunum er Farstøðin í Havn, sum er høvuðsknútapunktið hjá Strandferðsluni, og teir fevna um ferðamál í øllum landinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659