Laila av Reyni velur sangir úr sínum lívi

Laila av Reyni velur sangir úr sínum lívi
Laila av Reyni elskar at syngja, og í dag klokkan 17:05 velur hon sangir úr sínum lívi
Laila av Reyni á palli
 
02.07.2026 - 10:00

Tónleikurin hevur altíð havt stóran týdning fyri Lailu av Reyni, sum hevur latið úr hondum tvær fløgur eins og fleiri stakløg. Harumframt hevur hon eisini sungið á útgávum saman við eitt nú Gunnari G. Guttesen, M. C. Restorff og Jens Marna Hansen.

Í sendingini Sangir úr mínum lívi, ið verður send í útvarpinum hósdagin kl. 17:05, fer Laila av Reyni at velja nakrar sangir, ið hava havt ein serligan týdning fyri hana. Harumframt nemur Laila millum annað eisini við yrkisleiðina sum sniðgevi, har ið hon eitt nú hevur sniðgivið kjólar, sum Miss World Danmark 2012 – Iris Thomsen, hevur gingið á catwalk í.

Sangirnir, ið Laila av Reyni hevur valt, eru Syngja sama lag við Jofukasar, Taking it back við Glamour & The Baybes, Várið gevur megi við Hildibjartur Hansen og Sámal Hildibjartsson Hansen, I morgen er der også en dag við Andreas Odbjerg, A night like this við Caro Emerald, og Tonight you belong to me við Patience and Prudence.

Sangir úr mínum lívi, í útvarpinum hósdagin klokkan 17:05.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558