Freistin at mótmæla longd

Freistin at mótmæla longd
Freistin at koma við mótmælum og viðmerkingum um ætlaða broyting í serstakari byggisamtykt er longd
 
02.07.2026 - 06:58

Freistin at koma við mótmælum og viðmerkingum um ætlaðu broytingina í serstøku byggisamtyktini fyri trøðna norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið er longd til 1. august.

Fyrra hoyringarfreistin var 18. juni. Tórshavnar kommuna fekk tá fimm hoyringarskriv

Hoyringarskrivini eru frá grannum, Landsverki og Skógfriðingarnevndini.

Uppskotið um at broyta byggisamtyktina umfatar íbúðarbygging í trimum hæddum.

Ætlanin er at byggja 84 íbúðir í býlinginum, sum skal eita Ternutún.

Býráðið samtykti broytingina 30. apríl.

Í gjár var borgarafundur um ætlaðu broytingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659