Tryggingareftirlitið: Føroysk lívstryggingarfeløg nógv minni avkast

Tryggingareftirlitið: Føroysk lívstryggingarfeløg nógv minni avkast
Kanning, sum var gjørd í 2024, vísti, at danir í miðal fáa meir enn tvífalt so nógv burturúr, sum føroyingar fáa
Meðan árliga avkastið hjá føroyskum tryggingarfeløgum er 3,2 prosent, er avkastið í Danmark 6,8 prosent, vísir kanning frá 2024.
 
30.06.2026 - 08:42

Avkastið hjá føroyskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum er nógv minni, enn hjá donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum.

Meðan árliga avkastið í Føroyum er 3,2 prosent, er avkastið í Danmark 6,8 prosent

Tað vísti ein kanning, sum Tryggingareftirlitið almannakunngjørdi í 2024. 

Í kanningini var íløguavkastið hjá lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum í Føroyum og Danmark samanborið fyri árini 2019-2023.

Kanningin vísti, at danir í miðal fáa meir enn tvífalt so nógv burturúr samanborið við tað, sum føroyingar fáa burturúr.

 

 

Millum 3,2 og 3,5 prosent

Tølini eru á leið tey somu hjá teimum føroysku lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, LÍV, Betri pensjón og hjá Lívsverki. Tey liggja millum 3,2 og 3,5 prosent.

Íløguavkastið hevur sera stóran týdning fyri støddina á eftirlønarsamansparingini í longdini. Tryggingareftirlitð vísir á eitt dømi um ein eftirlønarsamansparara, ið tjenar 30.000 krónur um mánaðin, og rindar 15 prosent í eftirløn. 

Eitt árligt íløguavkast á 3,2 prosent í miðal hevði givið eitt samanspart virði uppá umleið 2,6 milliónir krónur aftaná 40 ár. Um íløguavkastið hevði verið 6,8 prosent, sum tað er í Danmark, hevði samansparda virðið í staðin verið umleið 6,7 mió.kr., sum er meira enn tvífalt so stórt.

Tryggingareftirlitið hevur ikki gjørt nakra nýggja kanning, men ætlanin er at gera eina í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558