Stuðul til sálarfrøði

Stuðul til sálarfrøði
Nú fara allar kvinnur, sum hava fingið fosturtøku, at fáa rætt til stuðul úr landskassanum til sálarfrøðiliga hjálp    
 
29.06.2026 - 06:32

Nú fara allar kvinnur, sum hava fingið fosturtøku, at fáa rætt til stuðul úr landskassanum til sálarfrøðiliga hjálp.    

Uppskot er gjørt um kunngerð um tað.

Verandi kunngerð sigur, at kvinnur, sum hava fingið fosturtøku eftir 12. viku, kunnu fáa ískoyti til sálarfrøði.

Hetta verður broytt til eisini at vera galdandi, um fosturtøkan er gjørd fyri ella í viku 12.

Almanna- og Bústaðarmálaráðið hevur, sum partur av átaki í heildarætlan fyri kynsligan ágang frá 2016, veitt sálarfrøðiligt viðgerðartilboð til vaksin fólk, sum stríðast við seinárin, tí tey vóru fyri kynsligum ágangi í barnaárunum. 

Í heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum 2023-2028 var mett, at hetta tilboðið ikki skal halda fram.

Aldursmark strikað

Í staðin hevur Almanna- og Bústaðarmálaráðið heitt á Heilsu- og Orkumálaráðið um at víðka bólkin, sum hevur rætt til ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð frá Heilsutrygd. 

Hetta ger, at aldursmarkið, 25 ár, fyri at fáa ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð vegna kynsligan ágang í barnaárunum verður strikað.

Fólk skula fara til kommunulækna at fáa eina ávísing, áðrenn tey fara til sálarfrøðing. 

Skipanin verður ikki ókeypis hjá fólki, sum brúka hana.

Fólk skulu rinda 60 prosent í egingjaldi. Heilsutrygd rindar 40 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558