Føroyar lata 800.000 krónur í neyðhjálp til Venesuela

Føroyar lata 800.000 krónur í neyðhjálp til Venesuela
Peningurin, sum Reyði Krossur Føroya og landsstýrið lata, fer at hjálpa teimum, sum eru harðast rakt
Reyði Krossur Føroya og landsstýrið lata í felag 800.000 krónur í neyðhjálp til Venesuela, sum er illa rakt av jarðskjálvta.
Mynd: Reyði Krossur Føroya  
 
29.06.2026 - 14:58

Reyði Krossur Føroya og landsstýrið lata í felag 800.000 krónur í neyðhjálp til Venesuela er jarðskjálvtavanlukkuna í síðstu viku.

Reyði Krossur Føroya sigur, at endamálið við stuðlinum er at hjálpa teimum, sum eru harðast rakt av báðum jarðskjálvtunum.

Átakið, sum stuðul verður latin til, fevnir millum annað um lívbjargandi neyðhjálp og hjálp til familjurnar at koma fyri seg aftur, bjargingararbeiði, heilsuhjálp, fyrstuhjálp og sálarligan stuðul, vatn-, reinføris- og heilsutiltøk, og hjálp til familjur, ið hava mist samband við avvarðandi.

 

Skjálvtarnir hava ávirkað 9,7 mió. fólk

Hildið verður, at umleið 9,7 milliónir fólk eru ávirkað av jarðskjálvtunum. 

Sambært nýggjastu tølunum hava 1.450 fólk latið lív, og 3.150 eru løstað, men hesi tølini vaksa í heilum so hvørt fólk verða funnin aftur í húsaleivdum.

Undirstøðukervið er eisini meint rakt. Fleiri enn 204 bygningar eru rapaðir, 217 bygningar hava fingið stóran skaða, og 300 aðrir hava fingið nakað av skaða.

 


Sigrið Zachariasen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hoyr samrøðu, sum Kristianna Klein gjørdi við Sigrið Zachariasen, dagligan leiðara í Reyða Krossi í Føroyum, í útvarpstíðindunum: 

 

30062026_Sigrid

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558