Føroya banki hækkar rentuna

Føroya banki hækkar rentuna
Bæði innlánsrentan og útlánsrentan hækka 27. juli
Rentan í Føroya banka hækkar 27. juli
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.06.2026 - 07:52

Fyrsti peningastovnur í Føroyum hevur boðað frá rentuhækking, eftir at evropeiski miðbankin hækkaði rentuna fyri góðum tveimum vikum síðani.

Føroya banki hækkar rentuna 0,25 prosentstig 27. juli.

Bæði innlánsrentan og útlánsrentan hækka.

Rentuhækkingin er galdandi bæði fyri privat viðskiftafólk og vinnuna.

Føroya banki sigur, at rentan hækkar av handilsligum ávum, broyttu rentunum hjá Tjóðbankanum og yvirskipaðu gongdini á marknaðinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659