Tey bestu í fimleiki heiðrað

Tey bestu í fimleiki heiðrað
Estetiska fimleikaliðið Rósan úr Støkk var ímillum tey, sum vóru kosin millum tey bestu í føroyskum fimleiki síðsta kappingarár
Rósan úr Støkk gjørdist ársins estetiska lið í føroyskum fimleiki
Mynd: Føroya Fimleikasamband  
 
16.06.2026 - 13:19

Estetiska fimleikaliðið Rósan hjá Støkk var kosið ársins lið á gallaveitslu farna vikuskiftið.

Rósan fór avstað við FM-heitinum og stó seg eisini væl World Cup í París, har tær rukku í finaluna.

Tí var kanska ikki so løgið, at Turið Kruse Steinberg og Linda Knudsen fóru avstað við heiðrinum sum ársins venjaratoymi. Tær báðar hava staðið á odda fyri júst Rósuni  farna kappingarár. 

Lea Sundberg Eliasen úr Ljósinum varð vald til ársins føroyska koreograf. Hon átti millum annað vinnandi FM-seriuna hjá kvinnuunglingunum hjá Ljósinum. 

 

Mia og Bjarki best við amboðunum

Mia Højgaard og Bjarki Johannesen úr Havnar Fimleikafelag vóru ársins amboðsfimleikarar.

Tey bæði vunnu all around føroyameistaraheitið fyri kortum, men teirra úrslit á altjóða pallinum hava eisini verið góð. 

Tey hava gjørt vart við seg bæði í Norðurlendskum høpi og á oyggjaleikunum á Orknoyggjum.

Camelia Mihaela Mindricel varð kosin besti venjarin í amboðsfimleiki við kvinnum, meðan Bjarki Johannesen, Bjarti Skylv Hansen, Rókur Vestergaard og Djóni Sakarisson var besta venjaratoymið hjá kvinnum.

 

Havnar Fimleikafelag fleiri heiðrar

Havnar Fimleikafelag fór avstað við fleiri av smærru heiðrunum. Árliga rútmukappingin hjá HF fekk ársins heiður, Rannvá Sólheim úr HF varð kosin til ársins breiddarvenjara og gentuliðið Nova hjá HF áttu ársins drakt.

Isabella Hansen úr Støkk var ársins stjørnuskot.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815