Pedagogfelagið bíðar eftir samráðingartørni

Pedagogfelagið bíðar eftir samráðingartørni
Felagið hevur einki ímóti lønarkarminum, sum 12 fakfeløg og Fíggjarmálaráðið hava avtalað
Sanna á Løgmansbø er forkvinna í Pedagogfelagnum.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
16.06.2026 - 14:04

Føroya Pedagogfelag bíðar eftir tørni at sleppa til samráðingarborðið um nýggjan sáttmála.

- Vit hava havt óformligar fundir við Kommunala arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, har vit hava viðgjørt, hvat kundi verið áhugavert at arbeitt við í sambandi við samráðingarnar. Men vit hava ikki handað krøvini enn, sigur Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelagi.

Pedagogelagið er ikki partur av avtaluni um lønarkarmin, sum 12 fakfeløg og Fíggjarmálaráðið hava gjørt. Men felagið hevur einki ímóti karminum, sum ásetur 3,87 prosent í lønarvøkstri, frá 1. oktober í fjør til 30 september í ár.

Sanna á Løgmansbø ivast í, um samráðingarnar við KAF og Fíggjarmálaráðið byrja hesumegin summartíðina. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16062026_Pedagogfelagid

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815