Seks vilja vera deildarleiðari á Sernámi

Seks vilja vera deildarleiðari á Sernámi
Starvið verður sett 1. august
Sernám verður nú deild í Undirvísingarstýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.06.2026 - 15:59

Seks fólk hava søkt starvið sum deildarleiðari á Sernámi.

Tað gjørdist greitt, tá umsóknarfreistin var úti í gjár. Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðu síni.

Sernám hevur verið sjálvstøðugur stovnur, men síðan 1. juni hevur stovnurin verið ein deild undir Undirvísingarstýrinum. Tað er í tí sambandi, at søkt hevur verið eftir leiðara, sum skal standa á odda fyri deildini.

Í lýsingini varð sóknast eftir einum framskygdum og eldhugaðum leiðara, sum skal leggja dent á strategi, menning og samskapan.

- Deildarleiðarin fer at vera partur av leiðslubólkinum í Undirvísingarstýrinum og skal virka fyri, at bygnaðarliga tilgongdin at skipa økið av nýggjum ber á mál. Tætt samstarv er millum Undirvísingarstýrið og Nám á fleiri økjum, og leiðarin fær uppgávuna at styrkja knýtið til Nám í sambandi við námsfrøðiliga menning og ráðgeving, skrivar Skúlablaðið.

Undirvísingarstýrið verður skipað við trimum fakdeildum, ein fyri KT, talgilding og menning, ein fyri útbúgvingar, dygd og tænastur og nú ein fyri sernámsfrøðiliga økið. 

Starvið verður sett frá 1. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817