Hákun og Füchse Berlin í Champions League-finaluni

Hákun og Füchse Berlin í Champions League-finaluni
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu á Magdeburg í hálvfinaluni, og tí skal føroyingurin spæla um Champions League-gullið annað árið á rað
 
13.06.2026 - 16:02

Hákun West av Teigum skal spæla í Champions League-finaluni annað árið á rað.

Füchse Berlin vannn fyri løtu síðan 40-35 á týska meistaraliðnum Magdeburg, og møtir annaðhvørt Barcelona ella Aalborg gulldystinum í Lanxess Arena í morgin.

Føroyski landsliðsvongurin spældi aftur ein góðan dyst frammanfyri teimum gott 20.000 áskoðarunum í risastóru høllini í Køln.

Hákuni West av Teigum so líkt var hann tryggur, tá hann fekk kjansin ímóti Sergey Hernandez í Magdeburg-málinum. Hann gjørdi ikki mætari enn at skora upp á øll fimm skot síni í dystinum.

Hann skeyt høvuðstaðarfelagið í gongd, og legði tvey mál afturat fyri steðgin. Füchse Berlin var á odda við tveimum í steðginum, men Magdeburg kom upp á javnt miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Tá var føroyingurin avgerandi við málum til 30-29 og útjavnandi máli til 32-32 løtu seinni. Síðsti 11 minuttirnar vann Füchse Berlin 8-3, og so var sloppi.

Mathias Gidsel var Berlin-toppskjútti við níggju málum, Tim Freihöfer á vinstra vongi skoraði átta ferðir (fimm brotskøst), og Lasse Andersson skoraði sjey mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815