Útbygging á havnarlagnum í Hósvík ávirkar ikki náttúru og umhvørvi

Útbygging á havnarlagnum í Hósvík ávirkar ikki náttúru og umhvørvi
Ætlanin er at flyta pirin í longri út, og hann verður bygdur sum grótútfylling
Pirurin á havnarlagnum í Hósvík verður fluttur longri út.
Mynd: Umhvørvisstovan  
 
12.06.2026 - 11:03

Umhvørvisstovan heldur, at ætlaða útbyggingin á havnarlagnum í Hósvík fer ikki at hava munandi ávirkan á náttúru og umhvørvi.

Umhvørvisstovan grundar hetta á umsókn og aðrar upplýsingar frá Sunda kommunu.

Ætlanin er at flyta pirin í Hósvík longri út.

Hann verður bygdur sum grótútfylling.

Grótið kemur frá verandi piri og frá útstykking oman fyri bátahylin, tilsamans 5.146 rúmmetrar.

 

Biofar gjørt kanning

Í sambandi við verkætlanina hevur Biofar gjørt lívfrøðiliga kanning og frágreiðing um umhvørvi og djóralív niðan fyri sjóvarmálan.

Dentur er lagdur á at kanna økið, sum er natúrligt búlendi.

50 djórasløg blivu staðfest við sýnistøku við grabba, og 52 sløg blivu staðfest við eygleiðing. Átta sløg eru staðfest í báðum kanningum. 

Einki sjáldsamt slag ella fyribrigdi kundu staðfestast í kanningini.

Niðurstøðan í kanningini hjá Biofar er, at búlendið í økinum er vanligt bæði í altjóða og føroyskum høpi. 

Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni um at geva Sunda kommunu loyvi til at útbyggja havnina í Hósvík kann kærast landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815