Smáir logar av vón í einum stórum politistati

Smáir logar av vón í einum stórum politistati
Soleiðis skrivar Sjúrður Skaale á Facebook, nú hann er aftur komin av ferð í Irak
 
09.06.2026 - 11:00

Sjúrður Skaale, føroyskur fólkatingslimur, hevur verið í Irak, sum limur í Fólkatinginum og gestir hjá einum irakiskum hjálparfelagsskapi og Mission10Forty.

Hann sigur, at orsøkin til at hann varð boðið við, var, at tað gevur atgongd og møguleikar í Irak at hava ein politikkara við - í hesum førið ein lim í Fólkatingsins uttanríkisnevnd.

 

Í samrøðu í morgunsendingini Summarmorgni, greiddi Sjúrður frá, at á ferðini hava tey vitjaðu religiøsar leiðarar, bæði muslimskar og kristnar, umframt ein milits-leiðara, sum hava nógv vald í landinum.

Irak er í dag ein politistatur, har eftirlitið við borgarunum er sera neyvt. Landið verður stýrt av militsum (privatum herum), sum umboða ymisk áhugamál og so at siga ongir vesturlendingar og ongi ferðafólk eru í landinum.

 

Hóast Irak er ein politistatur, har alt snýr seg um valdsstríð millum sterkar bólkar, so hittu tey eisini nógv fólk, sum arbeiða innan tað humanitera økið - og tey vóru úr øllum trúarbólkum og etniskum bólkum.

Hetta vóru smáir logar av vón í einum myrkum politistati, sigur Sjúrður Skaale.

 

a_1516-5_SITE01

 

Lurta eftir samrøðuni við Sjúrð Skaale í Summarmorgni.

 

(Kelda og mynd: Sjúrður Skaale)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659