Ísrael og Iran gevast við at leypa á hvørt annað

Ísrael og Iran gevast við at leypa á hvørt annað
Kortini ávara bæði londini um, at álopini kunnu verða tikin uppaftur
Ísrael hevur lopið á mál hjá Huzbollah í Libanon. Hizbollah fær stuðul úr Iran.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.06.2026 - 15:41

Ísrael og Iran gevast við at leypa á mál hjá hvørjum øðrum.

Ein embætismaður í ìsrael hevur upplýst fyri ísraelskum sjónvarpi, at landið gevst at leypa á Iran, skrivar Reuters, sum eisini hevur fleiri keldur, ið vátta tíðindi.

Fyrr í dag upplýstu iranskir myndugleikar, at givist er at leypa á Ísrael, men teir ávaraðu tó um fleiri álop, um Ísrael ikki gevst at leypa á Libanon.

Ísrael hevur í sínum lagi eisini ávarað um, at landið fer at leypa á Libanon, um Hizbollah loypur á ísraelskar býir. Hizbollah fær stuðul úr Iran.

Øll flogferðsla í iranskum floghavnum er steðgað fyribils. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815