Fleiri nýggir bilar skrásettir í ár

Fleiri nýggir bilar skrásettir í ár
Fyrstu fimm mánaðirnar eru 904 nýggj akfør skrásett
Higartil í ár eru 35 fleiri nýggj akfør skrásett enn somu tíð í fjør.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
08.06.2026 - 15:59

Nú verða aftur fleiri nýggir bilar skrásettir í Føroyum samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár eru 904 nýggj akfør skrásett.

Tað er 35 fleiri enn sama tíðarskeið i fjør. Tá var talið 869. Vøksturin er fýra prosent. 

Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár vóru annars færri nýggj akfør skrásett, men nú tykist vend vera komin í. 

Akstovan hevur eisini hagtølini fyri brúkt akfør, ið eru innflutt fyrstu fimm mánaðirnar í ár.

133 akfør eru innflutt hetta tíðarskeiðið í ár samanborið við 131 sama tíðarskeið í fjør.

Tað vil siga bara tvey fleiri. Vøksturin er 1,5 prosent.  

Sí tøl fyri nýggj akfør her.

Sí tøl fyri brúkt akfør her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815