Christian Eriksen small aftur - er komin fyri seg

Christian Eriksen small aftur - er komin fyri seg
Danski fótbóltsspælarin Christian Eriksen small í venjingardysti millum Danmark og Ukraina, men er komin fyri seg aftur,. Dysturin er avblástur
 
07.06.2026 - 19:20

Danski fótbóltsspælarin Christian Eriksen, small, tá Danmark og Ukraina spældu venjingardyst í Odense, skriva danskir miðlar.

Dysturin var steðgaður og hann fekk skjóta hjálp og løtu seinni var hann aftur við vit og á fótum. Ein góður tími var spældur av dystinum, sum var blástur av.

Tá var støðan 2-1 til Danmark. 

Sambært TV 2 Sport, letur læknin hjá danska landsliðnum, sum hevur tosað við Christian Eriksen, lutfalsliga væl at.

 - Hann hevði tað gott, tá vit fylgdu honum av vølli. Hann vildi ganga sjálvur, og tað er eitt gott tekin, segði Morten Boesen sambært donsku sjónvarpsrásini.

 


Liðfelagar og mótstøðuspælarar skelkaðir av hendingini. Christian Eriksen kom kortini fyri seg aftur eftir viðgerð í umleið 10 minuttir (Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

 

Christian Eriksen er á veg til universitetssjúkrahúsið í Odense.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Christian Eriksen er smallin undir fótbóltsdysti. Í 2021 fekk miðvallarin hjartasteðg í EM-dysti millum Danmark og Finnland í Parkini í Keypmannahavn. 

Eftir tilburðin fekk hann pacemakara skurðísettan. Sjey mánaðir seinni byrjaði hann at spæla yrkisfótbólt aftur í Brentford. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815