90 metrar av vegi skulu kannast

90 metrar av vegi skulu kannast
Nú skal óheft kanning gerast um nógv umrødda vegarstubban í Kaldbak
 
05.06.2026 - 06:33

Nú skal óheft kanning gerast um nógv umrødda vegarstubban í Kaldbak.

Allir flokkar í býráðnum skulu orða arbeiðssetningin.

Tá kanningin er liðug, skal málið aftur til politiska støðutakan í býráðnum.

Tað var uppskotið hjá Tróndi Sigurðsson á býráðsfundinum í gjár.

12 atkvøddu fyri, ein atkvøða var blonk, og eingin atkvøddi ímóti.

Rok er um vegin, tí tann, sum hevði lægsta boð, fekk ikki arbeiðið.

Tilboðið hjá tí, sum fekk arbeiðið, var 350.000 kr. størri.

Vegarstubbin er 90 metrar.

Eitt uttanhýsis løgfrøðiligt upprit er longu gjørt um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815