Samráðast við stjórnina um størri uttanríkispolitiskar heimildir

Samráðast við stjórnina um størri uttanríkispolitiskar heimildir
Løgmaður fer nú at kalla flokkarnar saman at fyrireika samráðingargrundarlagið, áðrenn samráðingarnar byrja seinni í ár
Beinir Johannesen, løgmaður.
Mynd: Løgmansskrivstovan  
 
04.06.2026 - 13:23

- Vit skulu tryggja okkum neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar.

Tað sigur Beinir Johannesen, løgmaður, nú landsstýrið væntandi seinni í ár fer til samráðingar við nýggju donsku stjórnina, um at víðka uttanríkispolitisku heimildirnar hjá Føroyum.

Í samgonguskjalinum hjá donsku stjórnini, verður einki nevnt um tjóðarsemjuna, sum fimm av seks flokkum í løgtinginum søgdu seg taka undir við.
Tó stendur, at í altjóða viðurskiftum eigur einki at verða avgjørt um Føroyar uttan um Føroyar.

 


Nú nýggj stjórn hevur tikið við í Danmark, fyrireikar politiska skipanin í Føroyum seg til samráðingar um størri uttanríkispolitiskar heimildir. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Endamálið við samráðingunum er at tryggja Føroyum uttanríkispolitisku heimildirnar, sum tørvur er á. Millum annað skulu heimildirnar gera tað møguligt hjá Føroyum at fáa limaskap í fleiri altjóða felagsskapum - eitt nú í altjóða olympisk nevndini og í handilsfelagsskapum.

Løgmaður fer nú at kalla flokkarnar saman at fyrireika samráðingargrundarlagið, áðrenn farið verður til samráðingar seinni í ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04062026_Beinir_og_samradingar

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815