Henrik Frandsen verður nýggjur formaður í fólkatinginum

Henrik Frandsen verður nýggjur formaður í fólkatinginum
Hann hevur verið fólkatingsmaður síðani 2022 og eitt stutt skifti ráðharri
Henrik Frandsen verður nýggjur formaður í fólkatinginum.
Mynd: Moderatarnir  
 
04.06.2026 - 11:01

Henrik Frandsen í stjórnarflokkinum Moderaterne verður nýggjur formaður í fólkatinginum.

Tað er greitt, eftir at stjórnarflokkarnir skjóta hann upp til formann, og at Eindarlistin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini, eisini tekur undir við at velja Henrik Frandsen til formann. 

Henrik Frandsen var fyrstu ferð valdur í fólkatingið á valinum í 2022. Hann var formaður í tingbólkinum hjá Moderatunum, og í februar gjørdist hann ráðharri í eldramálum.

Henrik Frandsen avloysir Søren Gade í Vinstra, sum hevur verið fólkatingsformaður.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817