Nýtt alment nátthús í Havn

Nýtt alment nátthús í Havn
Heilt nýtt alment vesi skal gerast í Mylnugøtu í Havn
9. november 2024 var eldur í almenna vesinum í Mylnugøtu.
 
01.06.2026 - 06:36

Heilt nýtt alment vesi skal gerast í Mylnugøtu í Havn.

Talan er um stórarbeiði, sum neyvan verður liðugt fyrr enn í fyrsta lagi um eitt ár, sigur Tórshavnar kommuna.

Almenna vesið í Mylnugøtu fór illa av eldsbruna í november 2024.

Vesið hevur verið stongt síðan eldsbrunan.

Og striltið hevur verið at byrja umvælingararbeiðið. 

Tryggingarspurningurin tók drúgva tíð.

Og royndir, sum vóru tiknar av betonginum, vístu eisini, at almenna vesið, sum er frá 1950-unum, var í sera ringum standi. 

Tí var gjørt av, at frægasta loysnin var at gera vesið heilt av nýggjum, og eisini at flyta tað eitt lítið sindur.

Skal flytast

Tað verður nú har, sum SEV hevur transformarastøð.

Nýggja vesið verður tí størri enn tað gamla var, umframt at atkomuviðurskiftini vera betri.

Ætlanin er at gera eitt torn við lyftu frá grasvøllinum framman fyri ráðhúsið.

Kannað verður, hvussu atkoman úr Vágsbotni og Tórsgøtu kann bøtast.

Ein maður var tikin, skuldsettur fyri eldáseting, og málið er latið ákæruvaldinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815