Slakar 14 milliardir goldnar í lønum

Slakar 14 milliardir goldnar í lønum
Fiskiveiða og aling eiga meira enn triðingin av vøkstrinum í lønarkrónum frá mai í fjør til apríl í ár
Umleið 14 milliardir eru goldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar.
 
19.05.2026 - 08:25

13,9 milliardir eru útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar - vøksturin er 6,6 prosent.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Fiskiveiða og aling eiga meira enn triðingin av vøkstrinum í lønarkrónum. Hetta kemst serliga av løn í botnfiskiveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin við næstan 50 prosentum samanborið við undanfarna 12 mánaða skeið.

Aðrar vinnugreinar við stórum lønarvøkstri í krónum eru 'Flutnings- og goymsluvinna', 'Heilsu- og Almannaverk' og 'Framleiðsluvinna'. Hesi hava ein vøkstur millum fýra og átta prosent.

 

Sambært Hagstovuni eiga menn størra partin av lønini og lønarvøkstrinum.

Av útgoldnu lønini uppá 13,9 milliardir krónur seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn 62 prosent, ella 8,6 milliardir krónur.

Av vøkstrinum uppá 860 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn størra partin við 70 prosentum, ella 600 milliónum krónum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680