Miðflokkurin fekk ikki nóg nógvar undirskriftir

Miðflokkurin fekk ikki nóg nógvar undirskriftir
Miðflokkurin ætlaði at fáa gildiskomuna hjá nýggju fosturtøkulógini útsetta til 1. januar 2027
Miðflokkurin hevur ikki slept fosturtøkuni.
 
12.05.2026 - 06:35

Miðflokkurin ætlaði at fáa gildiskomuna hjá nýggju fosturtøkulógini útsetta til 1. januar 2027.

Hon er annars 1. juli í 2026. 

Men tað bar ikki til, segði Steffan Klein Poulsen, í formansrøðu sínari á landsfundi floksins leygardagin.

Av tí at tingárið er so langt liðið og seinasta freist farin, krevjast minst 17 undirskriftir frá tingfólki fyri at leggja fram lógaruppskot.

Og tær fekk Miðflokkurin ikki.

Hetta kemur tó ikki heilt óvart á meg, segði Steffan Klein Poulsen, tá hugsað verður um upplivingarnar í tingsalinum og í almenna kjakinum annars. 

Tí ofta eru tað somu fólkini, sum rópa harðast um fólkaræði og gjøgnumskygni, sum standa á odda fyri at køva talufrælsið við at gera seg til harrar yvir, hvat er legalt at siga í orðaskiftinum, segði Steffan Klein Poulsen.

Hann segði, at Miðflokkurin fer at virka fyri tí, hann kallar eitt betri alternativ, í næsta tingári.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762