Annar stuðul kostar bara helvtina

Annar stuðul kostar bara helvtina
Fyri nógv minni pengar ber til at hækka orkuískoytið upp í 12.000 kr. og hækka ferðastuðulin fimm krónur um dagin
Atkvøða um bensin og diesel og meirvirðisgjald í morgin.
 
11.05.2026 - 06:52

Fyri nógv minni pengar ber til at hækka orkuískoytið upp í 12.000 kr. og hækka ferðastuðulin fimm krónur um dagin.

Hetta hevði kostað landskassanum slakar níggju miliónir krónur. 

Tað sigur minnilutin í fíggjarnevndini, Bjørg Brynhildardóttir Egholm í Tjóðveldi og Ruth Vang í Framsókn, sum ikki taka undir við, at bensin og diesel sleppa undan meirviðisgjaldi.

Tað kostar 20 milliónir. 

Bjørg Brynhildardóttir Egholm er varalimur hjá Sirið Stenberg. 

Fíggjarnevndin er komin við álitum um tey bæði uppskotini um bensin, diesel og meirvirðisgjald.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera í morgin.

Bjørg Brynhildardóttir Egholm og Ruth Vang siga, at tað eydnaðist teimum ikki at fáa neyðugu undirskriftirnar til at leggja uppskotini um orkuískoyti og ferðastuðul fyri tingið, nú freistin at leggja uppskot fram var farin longu, tá tingið byrjaði í apríl. 

Tær siga eisini, at fleiri túrar hjá Bygdaleiðum høvdu sannlíkt hevði fingið fleiri at koyrt við bussi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493