Vørn: Vit hava ikki útgerð at leita eftir hvalastyggjarum

Vørn: Vit hava ikki útgerð at leita eftir hvalastyggjarum
Vørn kann ikki fylgja áheitanini frá Grindamannafelagnum og seta í verk kanning av, um hvalastyggjarar liggja kring landið
Hvalastyggjari
 
09.05.2026 - 13:24

Vørn hevur ikki útgerð til at seta í verk kanning av, um hvalastyggjarar liggja á botni kring landið, tað sigur Óli Hans Olsen, stjóri í Vørn. 

Grindamannafelagið hevur heitt á Vørn, og aðrar føroyskar myndugleikar, at leita eftir hvalastyggjanum eftir at styggjarar av tilvild vóru funnir í Hvannasundi.

Kringvarpið hevur tosað við Havstovuna. Tey siga seg hava mikrofonir, sum kunnu fanga frekvensirnar frá hvalastyggjarum, men tey fara ikki at fylgja áheitanini frá Grindamannafelagnum. 

- Vit fara einans at gera hetta arbeiðið, um tað verður okkum álagt, sigur Bjarni Mikkelsen, sum starvast á Havstovuni.

Hoyr samrøðuna við stjóran í Vørn niðriundir:

 

1811588

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493