Trý nýggj verk á ársins kórstevnu

Trý nýggj verk á ársins kórstevnu
Íslendski kórleiðarin Magnús Ragnarsson hevur skrivað trý nýggj verk til felagskórið í ár
savnsmynd
 
09.05.2026 - 13:02

Í dag hittast kórsangarar úr øllum landinum til kórstevnuna, sum í ár verður hildin á Kambsdali.

Tað er kórið í Eysturkommunu, Eystanljóð, sum saman við Kórsambandi Føroya, skipa fyri stevnuni í ár.

Íslendski kórleiðarin Magnús Ragnarsson skal leiða felagskórið. Hann hevur útbúgvin úr Íslandi og av kirkjumusikkskúlanum í Gøteborg. Hann dirigerar balettir og kamaropra, hevur stjórna Lutoslawski Filharmoniska Orkestrinum í Póland og hevur arbeitt saman við íslendska symfoniorkestrinum, skrivar Kórsambandið í tíðindabrævið.
 
Árliga konsetin, sum eisini er ein kapping millum tey 17 kórini sum luttaka í ár, verður í Miðnámsskúlanum á Kambsdali kl. 16, greiður Leif Hansen, forseti í Kórsambandi Føroya frá.

Dómarar í ár eru Magnús Ragnarsson, høvuðsdómari, Tróndur Bogason og Heiðrun Petersen. Eisini kunnu tey, sum eru á konsert, atkvøða fyri besta kórinum til áhoyraravirðislønina.

 

1811794

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493