Broyting til hoyringar

Broyting til hoyringar
Ætlaða broytingin í serstøku byggisamtyktini fyri trøðna norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið er nú til hoyringar
Mynd: Mynd Tórshavnar kommuna.  
 
08.05.2026 - 07:19

Ætlaða broytingin í serstøku byggisamtyktini fyri trøðna norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið liggur nú til hoyringar.

Uppskotið fevnur um íbúðarbygging í trimum hæddum.

Sambært galdandi byggisamtykt er loyvi at stykkja út til 18 sethús.
 
Ætlanin er at byggja 84 íbúðir og býlingurin skal eita Ternutún.

Býráðið samtykti broytingina tann 30. apríl.

Tá Tórshavnar kommuna atkvøddi um broytingina í byggisamtyktini vóru tíggju atkvøður fyri, tvær ímóti og ein atkvøða var blonk.

Tilfar um nýggju serstøku byggisamtyktina er á heimasíðuni torshavn.fo.

Tað liggur eisini frammi við Snarskivuna. 

Hoyringarfreistin er 18. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493