Nýggj heimasíða ber saman prísir í matvøruhandlunum

Nýggj heimasíða ber saman prísir í matvøruhandlunum
- Talan er um skipan, sum skal gera tað lættari hjá brúkarum at keypa bíligastu vørurnar, sigur stovnari
Tilvildarlig mynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.05.2026 - 19:54

Nýggj skipan skal tað gera tað lættari hjá fólki at fáa pengarnar at røkka.

Skipanin samanber prísir í matvøruhandlum og skal hjálpa fólki at finna bíligastu gerandisvørurnar, sigur Kristian Eli Zachariasen, sum hevur stovnað heimasíðuna prisvoka.fo.

Málið er at savna umleið 2.000 kvittanir úr ymiskum handlum kring landið, so skipanin verður so álítandi sum gjørligt.

Sambært stovnaranum, hevur innsavningin av teimum 2.000 kvittaninum higartil gingið væl.

 

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:
 

1811327

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680