Biður um pengar til sambýli

Biður um pengar til sambýli
Nýtt sambýli til fólk við menningartarni og samansettum avbjóðingum millum annað autismu skal byggjast í Miðvági
Sambýlið í Miðvági.
 
07.05.2026 - 06:56


Nýtt sambýli til fólk við menningartarni og samansettum avbjóðingum millum annað autismu skal byggjast í Miðvági.

Lógaruppskot um fyrra byggistig kom í løgtingið í gjár.

Fyrra byggistig umfatar dagføring og umvæling við Leitisveg.

Har eru sjey íbúðir.

Tað skal, sambært lógaruppskotinum, kosta í mesta lagi 20,9 mió. kr. 

Bygningarnir, sum skulu umvælast og dagførast, eru 720 fermetrar. 

Ætlanin var at koma í løgtingið við uppskotinum í farna valskeiði.

Kom ikki

Tað var til hoyringar tá.

Men uppskotið kom ikki fyri valið.

Í seinna byggistigi skal byggjast nýtt sambýli við 12 plássum til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum.

Nýggju sambýlini koma í staðin fyri trý sambýli í Vágum.

Tey eru í trimum sethúsum, sum ikki eru bygd til endamálið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762