Útbúgvingin sum klædnaatstøðingur hongur enn í leysum lofti

Útbúgvingin sum klædnaatstøðingur hongur enn í leysum lofti
"Tað er framvegis ógreitt, um útbúgvingin klædnaatstøði verður ein góðkend lærlingaútbúgving, ella um hon skal skipast á annan hátt," sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður
Mynd: Mathias Dimon Næs  
 
06.05.2026 - 13:13

Útbúgvingin sum klædnaatstøðingur á Glasi í Havn, kann ikki brúkast til nakað, sum støðan er í dag. 

Orsøkin er, at avtalurnar, sum Glasir hevði við danskar skúlar um eina lærlingaútbúgving,  eru ikki til longur, tí skúlarnir eru broyttir, hava lagt saman og so framvegis.

Hetta hevur skúlin eftir øllum at døma ikki varnast, og tí hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið yvirtikið arbeiðið at fáa útbúgvingina góðkenda.

"Tað er framvegis ógreitt, um útbúgvingin klædnaatstøði verður ein góðkend lærlingaútbúgving, ella um hon skal skipast á annan hátt," sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum nú hevur málið um hendi.

 

Klaednaatstodi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762