USA og Iran nærkast yvirlýsing um at enda kríggið

USA og Iran nærkast yvirlýsing um at enda kríggið
Amerikanska heimasíðan Axios skrivar, at keldur siga, at USA og Iran nærkast eini yvirlýsing um at enda kríggið. Yvirlýsingin skal vera ein blaðsíða
 
06.05.2026 - 13:46

Um amerikanska heimasíðan Axios er eftirfarandi, so nærkast USA og Iran eini yvirlýsing um at enda kríggið.

Sambært Axios vænta amerikanarar svar frá Iran innan 48 tímar.

Avtalan fer at merkja, at Iran bindir seg til nakrar ásetingar, tá ið tað snýr seg um at ríka uran, og USA fer at strika revsitiltøkini og loysa milliardir í frystum peningi.

Avtalan fer eisini at hava við sær, at avmarkingarnar fyri skipaferðslu gjøgnum Hormuzsundið verða settar úr gildi, soleiðis at altjóða oljuflutningurin aftur kann koma í rættlag.

Umleið 20 prosent av heimsins oljuveitingum fara gjøgnum Hormuzsundið. 

Hetta er orsøkin til, at brennievni eru vorðin nógv dýrari kring allan heim, síðani Iran-kríggið brast á.

Oljuprísurin minkar skjótt eftir at alsamt fleiri fráboðanir koma um, at eina friðarloysn á Iran-krígnum kann vera í eygsjón, skrivar NTB.

Prísurin á norðsjóvarolju minkaði í morgun úr meira enn 108 dollarum fyri tunnuna niður í undir 103 dollarar.

Áðrenn USA og Ísrael lupu á Iran kostaði ein tunna 70 dollarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493