Lyftir og granskar høv

Lyftir og granskar høv
Bjartur Niclasson Leo hevur savnað eina rúgvu av søgum um føroysk høv - eisini nevndir roysnissteinar.
Bjartur Niclasson Leo við Hálvdans hav í Norðradali
 
06.05.2026 - 12:24

Í grøna lendinum í Norðradali liggur Hálvdans hav - ein stórur roysnissteinur, sum er eitt tekin um styrki.

Hálvdan kom sum húskallur til Norðadals einaferð fyri í 19. øld. Einaferð, meðan teir velta bøin, koma teir fram á ein stóran stein, sum stendur umleið eina spakadýpd niðri í jørðini. Hálvdan lyftir steinin burturúr, hóast hann er fullur av mold og runu og er ógvuliga hálur. Tað var eitt bragd, og eftir tað var steinurin havdur til hav. Havið vigar 164 kg.

Men Hálvdan er ikki einasti, sum hevur lyft havinum. Hóast siðurin at lyfta høv ikki er so útbreiddur meira, eru tað tó summi, sum hava stóran áhuga fyri hesum søguligu tungu steinunum. Ein teirra er Bjartur Niclasson Leo.

Hann hevur ikki bara lyft umleið 30 høv í Føroyum - hann hevur savnað inn vitan um yvir 120 høv. Ætlanin er at geva bók út, og hann vil fegin koma í samband við fólk, sum liggja inni við vitan um høv kring Føroyar. Millum annað vónar hann at koma í samband við fólk, sum kenna nakað til eitt neytakonuhav, sum liggur oman fyri Leirvík. Eitt annað er eitt hav millum Skopun og Sand onkrastaðni, sum møguliga var eitt húskallahav.

Morgunsendingin var við Bjarti, tá hann lyfti Hálvdans hav:

a_1374-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762