Landsstýriskvinnan í heilsumálum: Støðan má takast í álvara

Landsstýriskvinnan í heilsumálum: Støðan má takast í álvara
"Vit mugu taka støðuna í álvara, tá støðulýsing vísir, at bygningarnir hjá sjúkrahúsverkinum krevja ábøtur 87 milliónur krónur árliga í 15 ár," sigur Eyðdis Hartmann Niclasen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.05.2026 - 17:52

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, ætlar ikki at liggja á løtu síðuni, nú Landsverk rópar varskó, tí bygningarnir hjá sjúkrahúsverkinum fara at krevja ábøtur 87 milliónur krónur árliga í 15 ár

"Eg haldi, at hetta er nakað, vit mugu fara at arbeiða við beinavegin, og eisini tað, at vit saman gjøgnumganga støðulýsingina, so mann ikki er í iva um, hvørjar støðurnar eru," staðfestir landsstýriskvinnan. 

87 milliónir krónur um árið er upphæddin, sum Landsverk og sjúkrahúsverkið mæla til verður játta til viðlíkahald, dagføringar og umbyggingar av bygningunum næstu 15 árini.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Nývalda samgongan er í holt við at áseta raðfestingar til fíggjarætlanina fyri komandi ár. Og her fer nýggja landsstýriskvinnan í heilsumálum at gera sítt fyri, at upphæddin til bygningarnar hjá sjúkrahúsverkinum verður raðfest.

Støðulýsingin hjá Landsverki av teimum trimum sjúkrahúsunum vísir, at tað fer at kosta okkurt um eina milliard krónur at dagføra sjúkrahúsini, og góðar 18 milliónir krónur skulu brúkast um árið til at halda sjúkrahúsini við líka næstu 15 árini.

 

Eyddis_um_stodulysing

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493