Hákun brendi í brotskastskappingini - Füchse Berlin kortini víðari í CL

Hákun brendi í brotskastskappingini - Füchse Berlin kortini víðari í CL
Hákun West av Teigum misnýtti í brotskastskappingini í Champions League-fjórðingsfinaluni ímóti Vezprem, men Füchse Berlin vann kortini og hevur spælt seg í hálvfinalurnar
Mynd: EHF  
 
06.05.2026 - 20:30

Hákun West av Teigum brendi úr sjey metrum í avgerandi brotskastskappingini, tá Füchse Berlin og Veszprem spældu um pláss í Champions League-hálvfinalunum mikudagin. 

Lukkutíð fyri føroyska landsliðsvongin, tók liðfelagin í málinum Dejan Milosavljev tvey brotskøst, og so vann týska høvuðsstaðarfelagið spennandi dystin og skal eins og í fjør spæla Final Four um flottasta evropeiska steypið.

Veszprem var eitt mál frammanfyri undan seinnu fjórðingsfinaluni, sum var í Max-Schmeling-høllini í Berlin, men heimaliðið byrjaði sum eitt óløgi. 

Hákun West av Teigum skoraði til bæði 4-1 og 5-1, men skjótt nærkaðust ungararnir, og eftir steðgin javnvigaði dysturin á eini knívsegg. Hann endaði 31-30 til týskararnar, og so skuldu brotskøst til. 

 

 

Nils Lichtlein og Tim Freihofer høvdu skorað, meðan Veszprem longu hevði misnýtt tvær ferðir, tá Hákun West av Teigum skuldi skjóta triðja brotskastið hjá Füchse Berlin.

Málverjin bjargaði skotinum niðarliga til vinstru frá landsliðsvongurin, men tá bæði Tobias Grøndahl og Mathias Gidsel skoraðu, kundi Hákun West av Teigum anda lættan um enn eitt pláss í Champions League-endaspælinum.

Barcelona sendi Nantes úr kappingini, meðan Aalborg vann við einum máli samanlagt ímóti Sporting. Í morgin er Magdeburg stórfavorittur at taka fjórða plássið, tá krútsterka týska liðið hevur eina sjey máls leiðslu við sær til heimadystin ímóti Pick Szeged.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762