Landsverk: Sjúkrahúsini hava tørv á dagføringum fyri eina milliard krónur

Landsverk: Sjúkrahúsini hava tørv á dagføringum fyri eina milliard krónur
Tørvur er á okkurt um einari millard í dagføringum og 18 milliónum krónum um árið í viðlíkahaldi av teimum trimum sjúkrahúsunum næstu 15 árini
Tilvildarlig mynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.05.2026 - 12:17

Okkurt um ein milliard krónur fer tað at kosta at dagføra tey trý sjúkrahúsini í Sjúkrahúsverkinum, og góðar 18 milliónir krónur skulu brúkast um árið til at halda sjúkrahúsini við líka næstu 15 árini. 

Tað vísir ein støðulýsing hjá Landsverki av Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi, sum mælir at játta pening til dagføringar og árligt viðlíkahald.

Flestu bygningarnir undir sjúkrahúsverkinum eru gamlir. 

Á Landssjúkrahúsinum er meirilutin av bygningunum meira enn 50 ára gamlir, vísir frágreiðingin hjá Landsverki.

 

87 mió. kr. um árið

Landsverk og sjúkrahúsverkið mæla tí til at játta 87 milliónir krónur um árið til viðlíkahald, dagføringar og umbyggingar av bygningunum hjá sjúkrahúsverkinum næstu 15 árini.

Árliga viðlíkahaldið av bygningunum hjá Landssjúkrahúsinum verður mett til at kosta góðar 14 milliónir krónur. Sambært frágreiðingini, er eisini tørvur á 867 milliónum krónum til dagføringar av hølunum hjá Landssjúkrahúsinum.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi verður viðlíkahaldið av bygningunum mett til at kosta góðar 2,3 milliónir krónur um árið, umframt dagføringar fyri 122 milliónir krónur.

Árliga viðlíkahaldið á Suðuroyar sjúkrahúsi er mett til 2 milliónir krónur, og mælt verður til dagføringar á Suðuroyar sjúkrahúsi fyri góðar 33 milliónir krónur.

Metingin av kostnaðinum er gjørd við støði í tølum frá føroyskum og donskum kommunum. Tølini eru prístalsjavnað og lagt er upp fyri kostnaðarstøði í Føroyum, stendur í frágreiðingini.

Harafturat tekur metingin støði í aldri, nýtslu, góðsku, viðlíkahaldi og staðseting av bygningunum.

Eftirsleip_a_sjukrahusunum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762