Magni Jøkladal og Pól Egholm føroyameistarar í bridge

Magni Jøkladal og Pól Egholm føroyameistarar í bridge
16 pør dystaðust um FM í bridge um vikuskiftið
Magni Jøkladal (vm) og Pól Egholm, FM-vinnarar í bridge fyri pør 2026
 
03.05.2026 - 19:46

Magni Jøkladal og Pól Egholm eru føroyameistarar í bridge fyri pør í 2026. Tað bleiv avgjørt um vikuskiftið, tá spælt var um FM í Bridgehúsinum í Havn. Tilsamans 90 spøl blivu spæld í FM-kappingini, sum byrjaði fríggjakvøldið og endaði seint seinnapartin í gjár. Silvurheiðursmerkini fóru til Arnbjørn Sivertsen og Jákup Hjaltalin, og Árni M. Dam og Símun Lassaberg vunnu bronsu. Gullvinnararnir í fjør, Arne Mikkelsen og Dánjal Pauli (Balle) Mohr, endaðu sum nummar sjey í ár. 


Úr vinstru: Símun Lassaberg og Árni M. Dam, FM-bronsu, Magni Jøkladal og Pól Egholm, FM-gull, og Jákup Hjaltalin og Arnbjørn Sivertsen, FM-silvur
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493