Fólkatalið minkar í Grønlandi

Fólkatalið minkar í Grønlandi
Í 2050 vera 14 prosent færri fólk í Grønlandi enn nú, vísir ein framskriving hjá grønlendsku hagstovuni
Færri fólk vera í Grønlandi í 2050.
 
27.04.2026 - 07:10

Í 2050 vera 14 prosent færri fólk í Grønlandi enn nú, vísir ein framskriving hjá grønlendsku hagstovuni.

Í ár eru 56.740 fólk í Grønlandi.

Tey vera 49.932 í 2050.

Minkingin er nakað minni enn framskrivingar í 2024 og 2025 søgdu.

Tær søgdu 20 prosent. Nýggjasta framskrivingin sigur 14 prosent færri fólk.

Gjørdur er nýggjur máta at rokna út, hvussu nógv fólk flyta aftur til Grønlands.

Ein orsøk til minkaði fólkatalið er, at færri børn vera fødd.

Fyri 10 árum síðani blivu okkurt um 800 børn fødd um árið.

Tey vera 600 um tíggju ár.

Innflytarar

Í miðal 2.899 fólk úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum flyta til Grønlands um árið.

Hetta eru dupult so nógv sum fyri fimm árum síðani.

Men Hagstovan væntar ikki, at talið veksur hetta til 2050.

Úr Danmark og Føroyum koma 4.120 fólk um árið.

Tað eru 10 prosent færri enn fyri fimm árum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493