Maður handtikin fyri skottilburðin í Washington

Maður handtikin fyri skottilburðin í Washington
Ein 31 ára gamal maður úr Kalifornia er handtikin eftir skottilburðin undir borðhaldinum fyri fjølmiðlafólkum á Hotel Hilton í Washington DC í USA í nátt okkara tíð
Trump helt tíðindafund í Hvítu húsunum eftir hendingina
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
26.04.2026 - 10:45

Trump og kona hansara, Melania, vóru vertir fyri veitsluni og bæði vóru í veitsluni, og onnur í umsitingini hjá Trump, tá ið skot vóru at hoyra uttanfyr veitsluhølið. 

31 ára gamli maðurin lat skot av á trygdarkanningarstaðnum uttanfyri veitsluhølini, - hann hevði fleiri vápn við sær og var í skottryggum vesti, segði amerikanski forsetin á tíðindafundi eftir hendingina-

Maðurin skal hava skotið eftir einum trygdarfólki, sum var í verndarútgerð. Trygdarfólkið var flutt á sjúkrahús til kanningar, men er útskrivað aftur, segði Trump á tíðindafundi í gjárkvøldið í nátt.

- Eg tosaði bara við hann. Hann er væl fyri, segði Trump.

Eingin skal hava fingið skaða av hendingini.


Mynd: Ritzau / Scanpix

 

CNN og Sky News skriva, at maðurin, sum lat skotini av, eitur Cole Thomas Allen, og er ættaður úr Kalifornia. Hann arbeiðir sum lærari og mennir videospøl. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493