Sáttmálin verður helst longdur eina viku aftrat

Sáttmálin verður helst longdur eina viku aftrat
Reiðarafelagið boðsendi Semingsstovninum 9. apríl, og tá var sáttmálin longdur til fríggjadagin 24. apríl
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
22.04.2026 - 15:51

Semingsstovnurin tosar framvegis við Reiðarafelagið, Føroya Skipara og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið.

Reiðarafelagið sendi boð eftir Semingsstovninum 9. apríl, eftir at partarnir høvdu havt tveir fundir,  21. mars og 8. apríl.

Semingsstovnurin heitti tá á feløgini um at leingja sáttmálan til fríggjadagin 24. apríl á midnátt.

Enn eru ongar veruligar samráðingar millum feløgini, og helst verður sáttmálin longdur eina viku aftrat, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður:

 

22042026_Terje

 

Verður sáttmálin longdur í eina viku aftrat, fer hann úr gildi fríggjadagin 1. mai á midnátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164