Hóast lønarkarmurin er felags kann lønarhækkingin vera ymisk

Hóast lønarkarmurin er felags kann lønarhækkingin vera ymisk
Lønarkarmurin hjá teimum 12 fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum er 3,87 prosent í ár, men sáttmálakrøv kunnu eta burtur av lønarhækkingini
Tá Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og táverandi landsstýriskvinna í fíggjarmáluim, Ruth Vang, skrivaðu undir semjuna um lønarkarmin. Nú verða sáttmálasamráðingarnar tiknar uppaftur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.04.2026 - 18:00

Samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum hava ligið stillar, síðani løgtingsvalið varð útskrivað, verða nú tiknar uppaftur.

Nú fara feløgini at samráðast um sáttmálan hvør sær, og hesar samráðingarnar fara endaliga at gera av, hvussu stór veruliga lønarhækkingin verður hjá hvørjum einstøkum løntakara.

Sáttmálakrøvini verða væntandi løgd fram í næstu viku. 

Felags lønarkarmurin er 3,87 prosent í ár, men munur kann vera á hjá hvørjum felagi sær, tá krøv, sum kosta pening, eru farin burtur av karminum. 

12 feløg hava gjørt semju um felags lønarkarm.

Hoyr samrøðu við Súna Selfoss, formann í Starvsfelagnum:

 

22042026_Suni

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164