Føroyingar vilja ferðast til Barcelona og Mallorca

Føroyingar vilja ferðast til Barcelona og Mallorca
At kunna flúgva beinleiðis til ferðamálið og veruliga kunna slappa av hevur stóran týdning, tá føroyingar leggja sær uttanlandsferðina í summar til rættis
 
22.04.2026 - 13:38

Tað skal vera skjótt og lætt at koma fram, og so skal hotellið vera lekkurt.

Soleiðis hugsa flestu føroyingar, sum í summar fara uttanlands at halda frí.

Tað siga Rut Brend og Erna Jacobsen, sum arbeiða á ávikavist 62N og Fonn Flog, sum eru millum størstu føroysku ferðaskrivstovurnar.

Flestu føroyingarnir, sum fara uttanlands at halda summarfrí í ár, fara til Barcelona í Spania ella onkrar av býunum á Mallorca.

- Atlantic flýgur beinleiðis til hesi støðini, og fleiri føroyingar hava verið í Barcelona ella á Mallorca áður, so fyri fleiri er hetta skjótt og ómakaleyst, sigur Rut Brend.

Í morgunsendingini fortelja Rut Brend og Erna Jacobsen, hvussu og hvagar føroyingar helst vilja halda sína summarfrí í ár.

1808321

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164