Miðnámsskúlanæmingar finnast at hægri húsaleigu á Skúlaheiminum

Miðnámsskúlanæmingar finnast at hægri húsaleigu á Skúlaheiminum
Hækkandi húsaleiga, sum yvirhálar studningin, styggir ungdóm burtur frá skúlaheiminum í Marknagili í Havn
Miðnámsskúlanæmingar skulu rinda 1000 krónur afturat í húsaleigu fyri at búgva á Skúlaheiminum í Marknagili í Havn.
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
21.04.2026 - 19:29

Framtíðin hjá Skúlaheiminum er ógreið, og tað sama kann sigast um støðuna hjá miðnámsskúlanæmingum, ið búgva á staðnum. 

Leigan skal setast upp, tí nú skal sparast.

 

Rakar serliga miðnámsskúlanæmingar undir 18 ár

Leigar hækkar við 1000 krónum. Fyrst við 500 krónum í august, og so við 500 krónum aftrat í januar.

Í fjør var samtykt, at studningurin hjá næmingum undir hægri lesnaði skuldi hækka við túsund krónum. Sostatt missa hesir næmingar ikki nakað. Meðan leigan fer upp, fer studningurin upp.

Soleiðis er ikki hjá miðnámsskúlanæmingum. Her fer leigan upp, meðan studningur verður óbroyttur. 

Longu nú merkist tað á Skúlaheiminum, at næmingar flyta út.

 

Hoyr eisini innslag í útvarpstíðindunum í kvøld:
 

1808236

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164